Stór tingvika fyri framman

Fríggjadagin verður aðalorðaskifti um heilsunýskipanina, sum verður løgd fram týsdagin

Tað verður tætt millum tingfundirnar næstu vikuna. Tingfundir eru ásettir at vera mánadagin, týsdagin, mikudagin og fríggjadagin. Fríggjadagin verður aðalorðaskiftið um Heilsunýskipanina, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen arbeiðir við. Á tingfundinum týsdagin leggur landsstýrismaðurin frágreiðingina fram, sum skal umrøðast fríggjadagin.

Mikudagin eru munnligir fyrispurningar á dagsskrá, og í morgin eru umframt framløgu sjey mál á skránni:

1) Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. 13/2013 til Karsten Hansen, landsstýrismann frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðvíkjandi framtíðarætlanir á psykiatriska økinum.

2) 1. viðgerð: Uppskot til samtyktar um upptøku í ALS eftir loknan lestur
Málið verður beint í Vinnunevndina.

3) 1. viðgerð: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Hækkað barnagjald).

4) 1. viðgerð: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka (at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar og verjumálum)
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina.

5) Skrivligur fyrispurningur:  Svar uppá skrivligan fyrispurningan nr. S-6/2013 til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til bygging av eldrasambýli í Sjóvar kommunu.

6) Skrivligur fyrispurningur: Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-7/2013 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Vinjard Johansen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum broytingum í barsilsskipanini.

7) Skrivligur fyrispurningur: Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-8/2013 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari Skúvoyarferju.