Á konsertini fara fleiri av okkara bestu tónleikarum at framføra.
- Her verða eitt nú Eyðun Nolsøe, Lena Andersen, Signar í Homrum, Guðrið Hansdóttir og Kári P. Harumframt verða samrøður og viðkomandi innsløg um flóttahjálparátøk, bæði úti í heimi og her í Føroyum.
Reyði Krossur Føroya heitir á fólk um at stuðla við eini peningaligari upphædd, sum fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
- Fyritøkur, feløg, kommunur og stovnar hava samstundis møguleika at fáa stuðulsupphæddina við á live-bannaran undir sendingini. Um hetta hevur tykkara áhuga, verða tit biðin um at skjótast gjørligt skráseta stuðulsupphæddina og viðkomandi upplýsingar til live-bannaran á Hjálp.fo
Reyði Krossur Føroya vísir á, at tey, ið longu hava latið Reyða Krossi stuðul til "ukrainakreppuna", verða einans biðin um at skráseta á Hjálp.fo, um hesar ynskja at senda eyka stuðul.
Um okkurt viðvíkjandi sjónligheitini skal broytast, ella eingin avtala er gjørd um sjónligheit, vilja vit heita á tykkum um at skráseta hetta í frymlinum.
- Við vón um, at tit ynskja at hjálpa okkum at hjálpa, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroyar, Jóannes Eidesgaard.
Longu nú kanst tú eisini ringja á 905656 og stuðla við 150 krónum, ella lata eina peningagávu umvegis bankan:
Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Konsertin er ókeypis og verður í Lívdini í Hoyvík. Tað er pláss fyri umleið 600 áhoyrarum, og Reyði Krossur Føroyar vónar, at her verður góð uppmøting.