Stór stuðulskonsert í Vesturkirkjuni

Í morgin, sunnudagin, klokkan 16 skipar Barnabati fyri stórari og fjølbroyttari jólakonsert í Vesturkirkjuni í Havn. Konsertin er ein stuðulskonsert fyri "Í menniskjum góður tokki", sum í hesum døgum letur sperdum familjum jólahjálp.

 

Við á konsertini eru kendir tónleikarar. Á skránni eru Martin Joensen, Kristina Bærendsen, Hallur Joensen, Signar í Homrum, Evi Tausen, Gudrun Sólja Jacobsen, Gunnar Justinussen, Marner av Lofti, Mattias Kapnas og onnur.

 

Miðskeiðis í konsertini fer Bergtórur Hjelm Bjarkhamar at hugleiða um hugtakið "Í menniskjum góður tokki".

 

Fremsta endamálið við konsertini er at savna pengar inn til "Í menniskjum góður tokki". Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, vónar, at nógv fólk koma til hesa fjølbroyttu jólakonsert, samstundis sum tey hava høvi at stuðla innsavningini.

 

Aðalskrivarin takkar hjartaliga fyri tey tiltøk, ið einstaklingar og felagsskapir kring landið hava skipað fyri í seinastuni til frama fyri "Í menniskjum góður tokki".