Árliga stuðulskonsertin til frama fyri jólahjálpina hjá felagsskapinum Í Menniskjum Góður Tokki, verður í Vesturkirkjuni mánakvøldið 16.desember klokkan 19.
Í ár eru tað nøkur av royndastu og dugnaligastu tónlistafólkunum í landinum, sum saman við nýggjari kvintett og tveimum kórum, ið fara at undirhalda.
Tey, ið fara at framføra hetta kvøldið, eru Teitur, Lena Anderssen, Guðrið Hansdóttir, Jens Marni Hansen, Kvintettin KATA, Xperiment/mgk kórið og barnakórið Dropar við S. Sivertsen.
Í fjør komu 50.000 krónur í bússurnar, sum vórðu sendar runt, meðan konsertin varð hildin.










