Nú hóskvøldið, 10 desember, kl. 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri Í menniskjum góður tokki.
Tey kórini, sum framføra á konsertini eru barnakórið "Dropar" og "Ung stjørnuskot" úr Tórshavnar Musikkskúla, kórið Xperiment, sum veruliga hevur gjørt vart við seg, og stóra Morgunkórið, ið byrjaði síðsta vetur í samstarvi við "Góðan morgun Føroyar" í Útvarpinum. Við stóra Morgunkórinum syngja omanfyri hálvthundrað sangglað fólk, og tilsamans verða væl omanfyri hundrað sangarar við á konsertini.
Undir konsertini verður savnað inn til "Í menniskjum góður tokki", og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma á konsertina og stuðla við einari peningagávu.
Flestu sangararnir í teimum trimum yngru kórunum eru byrjað at syngja sum smábørn. Summi av teimum eru eisini sjálvstøðugir sangarar.
Sigrið Sivertsen hevur sjálv skrivað tær flestu útsetingarnar, sum kórini fara at framføra á konsertini. Jónleif Jensen stýrir orkestrinum í "Dropum", og frásøgumaður á stuðulskonsertini verður kringvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen.
-Morgunkórið byrjaði seinast í februar í ár og hetta var ein verkætlan saman við Morgunsendingini í Útvarpinum. Hon var fyri fólk, ið ikki høvdu sungið í kóri ella á palli áður og hon skuldi verða í tríggjar mánaðir. Tað vísti seg tó,at hesi fantastisku menniskjuni elskaðu at syngja, og tey høvdu ikki hug at halda uppat, tá verkætlanin var liðug. Úrslitið varð, at vit syngja framvegis og eg eri framvegis kórleiðari hjá teimum og tað eri eg sera glað fyri, sigur Sigrið Sivertsen, sum gleðir seg nógv til konsertina hóskvøldið.
Kórini fara burturav at syngja jólatilfar og at enda syngja øll fýra kórini saman við áhoyrarunum "Happy Christmas" hjá John Lennon.