Stór seglskipastevna í Føroyum komandi ár

Føroyar eru vertir fyri Norðurlensk Strandamentan komandi ár og væntandi koma seglskip úr fleiri norðurlondum til Føroya at vitja

Komandi ár verða Føroyar vertur fyri stevnuni Norðurlendsk Strandamentan. Tað eru Vágs kommuna og felagið Føroysk Træseglskip sum vera vertir fyri stevnuni.

 

Norðurlends Strandamentan er eitt samstarv millum norðurlendsk strandalond. Stevnan hevur seinastu árini verið í Húsavík, Íslandi í 2011, Ebeltoft í Danmark í 2012, Landskrona í Svøríki í 2013, Oslo í Noregi í 2014 og Álandi í Svøríki í 2015.

 

Sluppin Jóhanna luttók á stevnuni í Álandi í fjør, og tí hevur Vágs kommuna átikið sær, at vera vertur fyri stevnuni komandi ár, tá hon skal haldast í Føroyum.

 

Væntandi verður stevnan frá hósdegnum 7. juli til sunnudagin 10. juli, og verður hildin saman við Føroya Regatta, og komandi ár vitjar Regatta'in Tórshavn og Vág. 

 

Føroysk Træseglskip siga, at tey vóna, at skip koma frá hinum norðurlondum. Ætlanin er, at øll skipini skulu møtast í Nólsoyarfirði hósdagin 7. juli og leggja at við Müllers brúgv í Vágsbotni. Fríggjamorgunin skal so allur flotin sigla suður til Vágs.