Stór óvissa steðgar øllum virkishugi

- Eingin størri sáttmáli um nýbygd fiskiskip er gjørdur síðan 2007, tá landið segði upp verandi loyvisskipan, sigur Jógvan Jespersen.

- Politiska skipanin eigur skjótast gjørligt at tryggja langtíðarkarmar fyri fiskivinnuna, sigur stjórin í Nótaskipum.

Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, helt røðu, tá próvhandan var á Vinnuháskúlanum 22. januar, og her vísti hann eitt nú á, at fiskivinnan er á einum vegamóti.

- Vit mugu staðfesta, at tað í dag er stór óvissa um framtíðina millum tey, sum virka í fiskivinnuni. Á pappírinum fella øll veiðiloyvi burtur um minni enn tvey ár, og eingin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Stjórin segði, at ein slík óvissa steðgar øllum virkishugi, og hann vísti á, at eingin størri sáttmáli um nýbygd føroysk fiskiskip er gjørdur síðan 2007.

- Og hví er tað so? Kann tað ikki hava samband við, at landið tað árið segði upp verandi loyvisskipan til at fara úr gildi í 2018, og vit vita ikki enn, hvat kemur í staðin.

Jógvan Jespersen legði dent á, at politiska skipanin skjótast gjørligt má skapa tryggar karmar fyri fiskivinnuna, tryggari langtíðar karmar, tí annars verður eingin menning.

- Vit hava ein átrokandi tørv á at rationalisera partar av fiskiflotanum. Vit mugu koma hartil, at vit í øllum pørtum av flotanum hava tíðarhóskandi skip, sum hava ein lønandi rakstur.

Stjórin í Nótaskipum segði, at tað verða tey tíðarhóskandi skipini sum fara at verða eftirspurd, bæði tá ræður um brúnna, maskinuna og á dekkinum.