Stór orkuráðstevna í Havn í næstu viku

Næsta vikuskiftið verður orskuráðstevna í Høllini á Hálsi, har evni millum annað eru varandi orka.

Næsta vikuskiftið verður orskuráðstevna í Høllini á Hálsi, har evni millum annað eru varandi orka.

 

Á orkuráðstevnuni verða 21 fyrilestrar frá SEV, Jarðfeingi, Demich,  Landsverk, Bústøðum og Fróðskaparsetri Føroya.

 

Millum evnini, sum verður løgd fram, eru millum annað: Varandi orka – mátingar úr Føroyum, El bilar í Føroyum, Orkuloysir til nýuppførdu leigubústaðir hjá Bústøðum, Búskaparviðurskiftir á elorkuøkinum og fleiri onnur.

 

Lagt verður út fríggjadagin kl. 12.30, har Ari Johanneson fyri Jarðfeingi fer at halda fyrilestur um elprísur og elektrifisering . Síðani verður ein røð av fyrilestrum fram til kl. 17.00.

 

Ráðstevnan heldur fram leygardagin og byrjar kl. 12.30, tá ið Meinhard Eliasen frá Jarðfeingi fer at halda fyrilestur um søguligt afturlit – frá torvi til jarðhita. Á sama hátt sum fríggjadagin, halda fyrilestrar út á seinnapartin.

 

Høvi verður hjá almenninginum at læra meira um grøna, varandi og alternativar orkukeldur og somuleiðis fáa kunnleika um vørur og tænastur á marknaðinum.

 

Ókeypis at gongd er til Orkustevnuna, sum verður hildin í Høllini á Hálsi í Tórshavn.

 

Orkustevnan letur upp kl. 11.00 og er opið fram til kl. 18.00 báðar dagarnar.

 

Skráin sæst á www.orkustevnan.fo <http://www.orkustevnan.fo>