Um vikuskiftið hevur festivalurin Uhørt verið í Keypmannahavn. Hetta er tónleikatiltak fyri nýggj tónleikanøvn. Tveir føroyskir tónleikarar – Jasmin og Beinir – vóru við á tiltakinum í ár.
Heimasíðan Bandsoftommorow hevur ummælt konsertina hjá Beini, og ummælið er sera gott.
– Hann kemur púra einsamallur inn á pallin við sínari gittar og fer undir tað, sum verður ein av allarbestu konsertunum hendan leygardagin, skrivar ummælarin, sum rósar røddini og sangunum hjá Beini.
Ummælarin sigur, at Beinir fekk hana at hugsa um hann sum ein føroyskan Ed Sheeran.
Les eisini: Ummælari bergtikin av Beini
Ummælarin heldur, at Beinir dugdi sera væl at framføra einasamallur, og hann spældi sannførandi gittarspæl. Hon var hinvegin ikki so hugtikin av hansara klaverspæli. Beinir byrjaði framførsluna varisliga, men fekk sum fráleið gott samband við áhoyrararnar og fekk teir enntá at syngja við til onkran sang, skrivar ummælarin.
Beinir fær 4,5 av 5 fyri konsertina frá Bandsoftomorrow. Gaffa hevur eisini ummælt konsertina og gav Beini gott ummæli og 4 av 5 stjørnum.
Ummælið hjá Bandsoftomorrow kann lesast í fullari longd – á donskum máli – her