Stór musikkstevna á Eiði

Evnið á musikkstevnuni um vikuskiftið er føroyskur tónleikur

Árliga musikkstevnan verður í morgin og leygardagin í Ítróttarhøllini á Eiði. Tað er Eiðis ljómfelag, sum ár skipar fyri stevnuni, sum er 48. árið á rað, har orkestur úr øllum landinum luttaka.

 

 

Fríggjadagin byrjar stevnan kl. 13 við Skúlaorkestrum, sum eru 11 í tali. Leygardagin klokkan 14 spæla tey tilkommnu orkestrini, sum er átta í tali. Musikkstevnan plagar at vera hæddarpunktið hjá orkestrunum, har tey leggja alla orku at spæla so væl sum møguligt. Í ár er temaði føroyskur tónleikur - nýtt og gott gamalt.

 

 

Ein av okkara fjølbroytti tónskaldum Heðin Ziska hevur gjørt eitt nýtt verk til listaskúlan Norðljómur, sum eitur Norðljómur. Kári Bæk hevur útsett Guðbrandskvæðið fyri trummum og blásarum, soleiðis sum tað vanliga verður kvøðið á Eiði. Atli K. Petersen hevur ltr. Eiðissangin hjá Hans E. í Brekkunum, sum hann kallar Òli Egilstrøð, ið hevur skriva tekstin. Onnur løg eru til dømis "Gakk tú tryggur" sum K. Jones hevur skipað. Olaf Ellingsgaard, sum hevur sínar røtur á Eiði, hevur gjørt eina útseting "Tíðin, legg tínar veingir" hjá Hanusi G. Johansen. 

 

 

Øll orkestrini spæla umleið 15 minuttir hvør sær, og síðani spæla orkestrini trý felagsløg.