Nøkur túsund fólk hava í dag gingið mótmælisgongu í kekkiska høvuðsstaðnum Prag, har tey hava víst sína ónøgd um, at stjórnin í landinum stuðlar Ukraina, sum Russland leyp á hin 24. februar í ár.
Sambært útlendskum miðlum varð risastóra mótmælisgongan skipað undir herrópinum "Hin kekkiska republikkin í fyrstu røð", og sum skilst vóru hetta mótmælisfólk úr nógvum ymiskum bólkum.
Her vóru fólk úr ytsta høgra til ytsta vinstra, og fleiri av mótmælisfólkunum eru ímóti kekkiskum limaskapi í ES, Nato og ST. Sagt verður, at fleiri av mótmælisfólkunum eisini vóru ímóti koronu-koppseting.
Tey, sum skipaðu fyri mótmælisgonguni, eru viðhaldsfólk hjá Russlandi, og tey eru sambært tí, sum útlendskir miðlar vita at siga, hart ímóti revsitiltøkunum, sum ES hevur sett í verk ímóti Russlandi.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at mótmælisfólkini heittu á forsætisráðharra landsins, Petr Fiala og hansara konservativu stjórn, um at leggja frá sær.
- Russland er ikki okkara fíggindi. Tað er stjórnin, sum er sett saman av krígssinnaðum, sum er fíggindin, segði ein av røðarunum undir mótmælisgonguni í Prag í dag.
Sum skilst, skal forsætisráðharri landsins, Petr Fiala, vitja í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv mánadagin, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.











