Hoyvíkssáttmálin, sum hevur verið í gildi í skjótt 10 ár, skal nú eftirmetast, og síðani skal gerast av, um brúk er fyri at broyta sáttmálan ella ikki. Hetta kunngjørdi løgmaður í september, tá hann svaraði einum fyrispurningi um handilsviðurskiftini við Ísland, og nú fer Vinnuhúsið eisini at eftirmeta Hoyvíkssáttmálan.
– Tað eru fyritøkur, sum hava arbeitt á íslendska marknaðinum í fleiri ár, og hava havt góð úrslit, uttan at tær tó siga akkurát, at tað er Hoyvíkssáttmálin, ið er avgerandi fyri tað, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
– Summar fyritøkur meta tað hinvegin vera sera trupult at sleppa inn á íslendska marknaðin, tí har eru stórar forðingar. Yvirhøvur hevur misnøgdin við Hoyvíkssáttmálan verið ógvuliga stór í Føroyum, tí hildið verður, at sáttmálin ikki hevur gagnað føroyingum nóg nógv.
Hoyr samrøðu við Maritu Rasmussen við at trýsta á pílin undir myndini.