Flogfør, tyrlur og skip úr fleiri londum í Landssynningsasia leita nú eftir tí malaysiska ferðamannaflogfarinum, sum hvarv í gjárkvøldið á veg úr Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina.
Tá teir malaysisku loftferðslumyndugleikarnir seinast frættu frá flogfarinunm, var tað yvir Suðurkinesiska Havinum, og tí er leitingin miðsavnað har. Malaysia hevur sent fleiri flogfør, tyrlur og herskip at leita, og tað sama hava Filipsoyggjarnar og Vietnam gjørt, skrivar BBC.
227 ferðafólk úr 14 londum vóru umborð á flogfarinum umframt manningina, sum taldi 12. Tey flestu ferðafólkini vóru úr Kina. Flogfarið var av slagnum Boeing 777, og malaysiska felagið Malaysian Airlines átti tað.