Stór innandurakapping fyri tey yngru á Kambsdali

Fótbóltur: LÍF skipar fyri stórari innandura kapping vikuskiftið 23. og 24. november

100 lið kunnu verða við í innandurakapping í fótbólti, sum LÍF skipar fyri í ítróttarhøllini á Kambsdali 22. og 23. november.

Kappingin er fyri tey yngru liðini, og spælt verður í fimm bólkum hjá bæði gentum og dreingjum.

Hjá drengjum verður spælt i bólkunum pinkulingar (árg. 89-91), smápiltum (árg. 87-88), piltum (árg. 85-86), smádreingjum (árg. 83-84) og dreingjum (árg. 81-82).

Hjá gentum verður spælt í bólkunum gentur (árg. 89-91), pinkur (árg. 87-88), smágentur (árg. 85-86), gentur (árg 83-84) og gentur (árg. 80-82).

Teir báðir elstu bólkarnir hjá gentum og dreingjum spæla við fýra spælarum á vøllinum í senn, meðan allir hinir bólkarnir hava fimm spælarar á vøllinum í senn. Hjá báðum er loyvt at hava ein skiftisspælara.

Seinasta freist at melda til kappingina er 19. november. Meldast skal til á telefon 43222 týskvøldið 18. november og mikukvøldið 19. november millum klokkan 19.00 og 21.30.