Íbúðarverkætlan í miðbýnum í Havn er slept

Ætlanin at byggja íbúðir har bygningarnir hjá fyrrverandi bakraínum Frants Restorff í Havn, er nú sleptar

Tað sigur Jan Jakobsen, stjóri í Lív, sum var annar parturin í verkætlanini, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við verkætlanini, sum byggifelagið Húsvarðatænasta, nú HVT, og pensjónsvelagið Lív hava verið saman um. Men í fjør trekti Lív seg úr verkætlanini, tá tað vóru trupulleikar við at útvega fígging.

– Hetta var í kjalarvørrinum av hækkandi inflatión og rentu, sigur Jan Jakobsen við útvarpið.

Lív hevur nú yvirtikið størstu ognirnar, tær sum eru millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonargøtu. HVT hevur yvirtikið hinar báðar bygningarnar, sum er gamla Kondittaríið og goymslubygnignurin niðanfyri, sum hýsir barrini Taboo.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##