Leygarkvøldið 8. oktober - tað er í annaðkvøld - verður ítróttarhøllin á Hálsi karmur um eina rimmar veitslu - ja, eina ordiliga fest, sum fyrireikararnir taka til.
- Her verður ikki neyðugt at hava sanghefti við, tí hetta verður eitt kvøld pakkað við førøyskum hittum, sum øll duga uttanat. Hetta eru løgini, sum vit elska at skrála við til.
Ingi Poulsen, Niclas Heri úr Dynamitt, Eyðun Nolsøe, Danny Baldursson, Fríði Sigmundsson og Herborg Torkilsdóttir fara øll at syngja fyri saman við Húsaorkestrinum.
- Og eingin veitsla verður uttan eina hittparadu frá Páll Finni Páll, verður lagt aftrat.
Á heystfestini í annaðkvøld verður lagt fyri klokkan 23, og hildið verður á til klokkan 04. Dyrnar lata upp klokkan 22.
- Atgongumerki á 400 krónur kunnu keypast á https://www.atgongumerki.fo/1650157/heystfest - og forsølan heldur fram til á midnátt í kvøld.
Allir, sum eru við í Húsaorkestrinum, eru góðir og royndir tónleikarar, Henning H. Nicodemussen, Magni Husgaard, Høgni Fagraberg og Eyðun Johannesen.
Fyrireikararnir siga, at atgongumerki til heystfestina á Hálsi eisini kunnu keypast við dyrnar frá klokkan 22 í annaðkvøld.











