Jólamerkjagrunnurin hjá Posta hevur í ár valt at stuðla Barnaheiminum við 330.000 krónur frá ágóðanum av søluni av jólamerkjum hjá Posta. Peningurin skal millum annað brúkast til, at børnini sleppa eina skíferð til Noregs.
Tað er á hvørjum ári, at Jólamerkjagrunnurin letur pening til samfelagsgagnligar verkætlanir fyri børn og ung.
Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum skrivar grunnurin, at grundgevingin fyri at lata Barnaheiminum stuðulin er, at Jólamerkjagrunnurin vil seta sjóneykuna á børn, ið ikki hava eina sterka rødd í samfelagnum.
- Somuleiðis verður megnararbeiðið, sum Barnaheimið fremur, viðurkent. Grunnurin ásannar eisini, at fíggjarligu karmarnir hjá Barnaheiminum geva ikki rúm fyri stórvegis upplivingum, sum liggja uttanfyri Barnaheimið. Fyri børn hava upplivingar stóran týdning fyri trivnað og menning.
- Í grannalondum okkara er vanligt, at stovnar av hesum slagi fara uttanlands tvær ferðir um árið, tí tað er mennandi hjá børnunum at koma út úr sínum vanliga umhvørvi. Í Føroyum hevur Barnaheimið ikki so stórt rásarúm at skipa fyri uttanlandsferðum.
- Tískil er gjørt av at oyramerkja stuðulin til eina skíferð til Noregs í mars 2016. Á Barnaheiminum húsast í dag umleið 20 børn.
Jólamerkini kunnu keypast á Posta og á stamps.fo. Tað er Edward Fuglø, ið hevur sniðgivið jólamerkini í ár.
Hvørja ferð man keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og ung.