Taeað er nógv virksemi, og skattainntøkurnar geva ábending um, at inntøkurnar í bæði Fuglafirði og í Leirvík og Gøtu eru væl hægri í ár, enn tær vóru í fjør. Meðan tølini í Eysturkommunu siga, at vøksturin tekur til, so siga tølini í Fuglafirði, at vøksturin í skattainntøkunum í juli ikki var so stórur, sum hann annars hevur verið fyrr í ár, tá ið sammett verður við sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár var skattainntøkan í Eysturkommunu 2.602.488 krónur hægri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 7,65 prosent. Skattainntøkan januar-juli í ár var 36.635.190 krónur.
At talan framvegis er um vøkstur verður undirstrikað av tølunum fyri juli. Tá runnu tað 688.168 krónur fleiri í kommunukassan í Eysturkommunu enn í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 12,94 prosent.
Í Fuglafjarðar kommunu var meirinntøkan í tíðarskeiðnum januar-juli í ár 1.897.692 krónur hægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 7,08 prosent. Skattainntøkan januar-juli í ár var 28.698.362 krónur.
Vøksturin í juli var ikki so stórur, sum hann annars hevur verið. Í juli var skattainntøkan hjá Fuglafjarðar kommunu 71.506 krónur hægri enn sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1,71 prosent.










