Stór feløg dyrgja eftir Jamie Vardy

Framherjin og metmaðurin hjá Leicester City hevur eitt stórt marknaðarvirði nú

Í hesum døgum er framherjin og metmaðurin hjá Leicester City, Jamie Vardy, sum enski fótbóltsalmenningurin prátar um.

 

Enska blaðið "The Independent" skrivar nú, at bæði Chelsea og Manchester City eru til reiðar at leggja nógvar pengar á borðið fyri at tryggja sær Jamie Vardy í sín hóp.

 

Sambært The Independent eru Chelsea og Manchester City til reiðar at rinda Leicester City eina upphædd, sum svarar til 325 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Talan er um eitt ótrúliga nógv økt marknaðarvirði fyri Jamie Vardy. Tá Leicester City keypti Jamie Vardy úr Fleetwood Town í 2012 lótu teir eina upphædd, sum svarar til 10 miljónir krónur í okkara peningi. Leicester City fær uttan iva eitt ítróttarligt tap við at selja metmannin til eitt størri felag, men har eru nógvir pengar at vinna við einari sølu av Jamie Vardy.