Stór eykalutagoymsla og spennandi handil

Bilfyritøkan Billutir Sp/f hevur spesialiserað seg í eykalutum til bilar og øllum sum hevur við bilar at gera.

Konseptið er bygt soleiðis upp, at har er alt at fáa til bilin. Umframt goymslu við eykalutum er talan um ein spennandi handil við stórum vøruúrvali við øllum tí sum Billutir stendur fyri. Handilin er kundvinarligur og hugnaligur. Alt er sett upp soleiðis, at tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin. Har er alt til bilin og til verkstaðið.

 

Goymslan við eykalutum er sera stór við vanligum slitlutum, har eru t.d. bremsur, leigir, kjøtbein eins og oljufiltur og olju. Sjálvsagdir lutir í einum slíkum handli eru t.d. spegl, lyktir, radioútgerð og øll sløg av hond- og elektriskum amboðum.

 

Til børnini eru t.d. barnastólar og sólskermar. Til røkt av bilum er ein hópur av vaskievni og poleringsevnum umframt t.d. perur, viskarbløð og mottur. Til bilverkstaðin hevur Billutir amboð av ymiskum slagi á goymslau sum t.d. donkraf og verkstaðsvogn.  

 

Fyritøkan er 28 ára gomul, varð stovnað í 1993. Seinastu mongu árini hevur fyritøkan á Hoyvíksvegi 61 marknaðarført seg sum tann einasta fyritøka av sínum slagi í Føroyum, sum er føroysk burturav.