Fríggjakvøldið, 13. mars klokkan 21 verður Country gospel konsert í Nebo á Toftum. Blátt Gras og Alex & Kristina Bærendsen við bólki fara at luttaka.
Tað er Gjamma-live sum skipar fyri konsertini og talan er um eitt stuðulstiltak til frama fyri virksemi í Nebo.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sangkvinnuna, Kristinu Bærendsen og Andrew Djurhuus frá Gjamma, sum skipar fyri konsertini greiða frá.










