Stór avbjóðing hjá ungum hondbóltskvinnum

Tær fáa seg royndar um vikuskiftið, men ein spurningur er, um Hondbóltssambandið hevur tikið munnin ov fullan?

 

Um vikuskiftið, frá fríggjadegnum til sunnudagin , eru Føroyar vertur fyri EM-undankappingardystum fyri U17-kvinnulandslið. Í tí sambandi fáa vit vitjan av trimum tjóðum, umframt at altjóða dómarar og onnur hondbóltsfólk eisini koma hendavegin.

 

Samstundis er hetta ein spennandi avbjóðing hjá okkara ungu kvinnum, tí Føroyar eru í bólki saman við Russlandi, Tjekkia og Íslandi.

 

Allir dystirnir verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, so har verða tveir dystir hvønn dag, klokkan fimm og klokkan sjey - og har Føroyar eru annað liðið í kvølddystunum, altso klokkan sjey.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Flemming Oliver Jensen, venjara hjá føroysku U17-kvinnunum, greiða frá, hvussu hann metir um hesa avbjóðingina hvat hann heldur um mótstøðuliðini og um hann heldur, um hondbóltssambandi hevur tikið munnin ov fullan.