Stór avbjóðing bíðar toppliðnum

Arsenal skal á middegi verja oddasessin á Anfield Road imóti Liverpool

Tað er stórdystur á Anfield Road á middegi. 25. umfar í eingilsku landskappingini er á skránni hetta vikuskiftið, og fyrsti dysturin er tann millum Liverpool og Arsenal, har fyrsta bríkslið er klokkan 12.45. Tað eru átta stig frá toppinum og Arsenal og aftur til fjórða plássið og Liverpool, sum við sigri í dag framvegis fer at hava møguleika at vera við í kappingini um meistaraheitið.

Tá ið liðini hittust í 10. umfari, vann Arsenal 2-0.

 

Fremstu kappingarneytarnir hjá Arsenal til oddasessin eru Manchester City, sum í dag skal spæla í Norwich, og Chelsea, sum í dag fær vitjan av Newcastle.

 

25. umfar

Liverpool-Arsenal kl. 12.45

Norwich-Manchester City kl. 15.00

Crystal Palace-West Bromwich Albion kl. 15.00

Aston Villa-West Ham kl. 15.00

Chelsea-Newcastle kl. 15.00

Sunderland-Hull kl. 15.00

Southampton-Stoke kl. 15.00

Swansea-Cardiff kl. 17.30

 

Í morgin

Tottenham-Everton kl. 13.30

Manchester United-Fulham kl. 16.00