Stór avbjóðing bíðar Sonna Ragnar

Í kvøld ber til á Eurosport at síggja FC Midtjylland spæla ímóti Sparta Moskva

Føroyski landsliðsspælarin Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagar hansara í FC Midtjylland eru í hesum døgum á venjingarlegu í Portugal. Í kvøld klokkan 19.45 verður síðsti venjingardysturin, og hesa ferð verður mótstøðan ivaleyst størri, enn hon higartil hevur verið. FCM skal spæla ímóti Sparta Moskva, ið er eitt tað besta liðið í Russlandi, og sum ofta hevur luttikið í europeisku meistarakappingini.

 

Eurosport vísir dystin. FCM venjarin segði fyrr í dag, at hann roknar mótsstøðuliðið at vera stinnari enn hansara lið. Teir ellivu, sum fara á vøllin, munnu vera tætt at teimum, sum skulu spæla fyrsta landskappingardystin eftir vetrarsteðgin, sum verður 22. februar á útivølli ímóti OB.

Venjarin hevur boðað frá, hvørjir ellivu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli, og Sonni Ragnar Nattestad er ikki millum hesar. Felagið hevur áður sagt, at hann verður roknaður sum framtíðar miðverji. Hóast hann í heyst fleiri ferðir var eyðsýndur á liðnum, so er tað okkurt, sum bendir á, at tað framvegis bíðar eitt tak hjá honum at vinna fast pláss á liðnum.

Úrslitaliga hevur tað ikki gingið væl hjá FCM á venjingarleguni. Í fyrsta dystinum tapti liðið 2-1 ímóti FC Slovan Liberec, og í næsta dystinum var úrslitið 1-2 ímóti íslendska Breiðablik.