TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Helga Justinussen, formann í ÍF Føroyum Hondbólti í Keypmannahavn greiða frá bragdinum hjá besta mansliðnum, tá teir í donsku steypakappingini koppaðu oddaliðnum í 2. deild, IF Stadion á heimavølli við einum knúsandi 35-21 sigri.
5. mars bíðar tann higartil størsta avbjóðingin hjá ÍF Føroyum, tá teir á heimavølli í 5. umfari í donsku steypakappingina. Tá taka útisetarnir ímóti 1. deildarliðnum, HØJ, sum liggur nummar sjey í 1. deild, sum er næstbesta danska hondbóltsdeildin.
ÍF Føroyar spæla í kvalifikasjónsrekkjuni, sum er fimtbesta deildin í Danmark.
Helgi Justinussen greiðir frá, at teir høvdu vónað at møtt einum liði úr 3. deild, ella fingið ta stóru upplivingina, og møtt GOG úr bestu donsku hondbóltsdeildini.