Klokkan 15 verður fyrsta bríkslið niðri í Makedonia, har føroyska U19 landsliðið fer at spæla fyrsta av trimum undankappingardystum, sum eru á skránni fram til mikudagin. Í dag er mótstøðuliðið Montonegro, sunnudagin bíðar Turkaland og mikudagin er Makedonia á skránni.
Í øllum førum verður talan um ivaleysa stóra mótstøðu. Styrkistølini siga, at Føroyar verða roknaðar at eiga lættasta liðið, Turkaland er favorittur, og mótstøðuliðið í dag, Montenegro, er styrkismett hægri enn Makedonia.
Tað eru 26-28 stig í Makedonia í dag. Tað er ivaleysa heitt at spæla í hjá føroysku spælarunum, men tað er ikki so heilt galið.
Um vánirnar sigur annar av venjarunum, Eyðun Klakstein, soleiðis:
-Vit rokna við stinnum mótstøðuliði, sum altíð megnar góð úrslit, eisini tá ið mótstøðuliðini sambært styrkistølunum verða roknaði at verða stinnari. Eyðkent fyri Montenegro og hini bæði liðini, sum vit skulu spæla ímóti í hesi kappingini, er, at teir spæla skjótt, og at spælararnir hava góðan tekniskan førleika. Hetta verður stór avbjóðing hjá okkum, men vit kunnu eisini síggja tað frá tí síðuni, at vit bara skulu innstilla okkum upp á ein spælistíl, sum øll liðini brúka.
Týskvøldið spældi føroyska U19-liðið venjingardyst ímóti U19-liðnum hjá Lyngby, sum er fremst í donsku meistaradeildini. Lyngby-liðið var styrkt við onkrum eldri spælara til dystin.
Lyngby setti seg eisini á spælið frá byrjan og trýsti føroyska liðið. Tað lukkaðist tó okkara dreingjum at standa ímóti trýstinum og halda Lyngby frá málmøguleikum. So líðandi fekk føroyska liðið onkur mótálop, og tvær ferðir lukkaðist at skora. Fyrst var Rasmus Dan Sørensen spældur leysur av Benjamin Heinesen og skoraði, og nakað seinni økti Poul Ingason við einum góðum skoti, eftir at Brandur Olsen hevði gjørt alt forarbeiðið.
Sum dysturin leið linkaði trýstið hjá Lyngby á føroyska liðið, sum hevði fleiri aðrar royndir á málið.
-Lyngby dysturin var góð og kærkomin dystarvenjing hjá okkum undan hesi kappingini. Men tað er einki at ivast í, at avbjóðingarnar, sum bíða næstu dagarnar, eru størri, enn dysturin í Lyngby var tað, sigur Eyðun Klakstein úr Makedonia.
Um ikki okkurt óvæntað stingur seg upp í dag, so verður føroyska byrjunaruppstillingin tann sama, sum hon var tað í Lyngby týskvøldið: Elias Rasmussen – Teitur Olsen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Karl Martin Danielsen, Jón Áki Jacobsen – Haraldur Højgaard, Tórur Justesen, Brandur Olsen, Benjamin Heinesen, Rasmus Dan Sørensen – Poul Ingason.
Á beinkinum: Fríði Sigurðsson, Dánjal Godtfred, Sølvi Egilsson, Jógvan á Lað Jacobsen, John Daniel Guðjónsson, Jóhannes Hansen og Hákun Edmundsson.
Venjarar eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen. Thom Jacobsen er liðleiðari, Heri Johnsson er fysioterapeut og Karl Vidtfeldt er ferðaleiðari.