Stór afturgongd í bilasøluni

Stóra afturgongdin í bilasøluni, sum var í fjør, heldur fram ársins fyrsta mánaðí ár

Tað sæst í hagtølunum, sum Akstovan hevur gjørt upp, nú ársins fyrsti mánaður er farin aftur um bak.

Afturgongdin í skráseting av øllum akførum er 28 prosent. Taka vit bara persónbilarnar, so er hon 46 prosent í januar í ár í mun til sama mánað í fjør.

Seldir eru 20 persónbilar í januar í ár í mun til 37 í januar í fjør.

Tá talan er um vøruvognar, so er støðan tann sama. Seldir er 15 vørubilar í januar í ár, júst sama tal sum í januar í fjør.

##med2##