Stongsulin í Kanada verður helst tikin av

Í samráð við felagið Rækjuskip, fór landsstýrið ætlandi longu í gjár at senda eina fráboðan til kanadisku myndugleikarnar um, at vit ikki fara at fiska av kvotuni á Grand Bank, sum vit sjálvir hava ásett, men fara í hesum árinum at halda okkum til kvotuna, sum NAFO hevur tillutað okkum.
Málið um søguligu rættindini í altjóða sjógvi á Grand eru tó ikki slept, men verður tikið uppaftur millum partarnar


Stongsul

Eftir at fundurin í Halifax í Kanada millum Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum og kanadiska fiskimálaráðharran, Robert Thibault, endaði úrslitaleysur, eru nú kortini útlit til, at stongdu havnirnar í Kanada verða lætnar uppaftur fyri føroyskum fiskiskipum. 
  Á fundinum í Kanada hildu føroyingar fast um, at vit eiga søgulig rættindi í altjóða sjógvi á Grand Bank, hóast býtið hjá NAFO ikki tekur hædd fyri hesum.
  Fiskidagarnir hjá føroyingum á Flemmish Kap eru tillutaðir við atliti til søgulig rættindi, men tað hevur ikki latið seg gera hjá føroyingum at vinna frama fyri hesum sjónarmiðum, tá ið ræður um Grand Bank.
  Á fundinum í Kanada hildu Robert Thibault og hansara fólk fast um, at føroyingar skulu ganga undir kvotuna, sum NAFO hevur ásett, um stongsulin skal takast av aftur.
  Hetta merkir, at vilja føroyingar ikki ganga undir NAFO-kvotuna, men í staðin fiska ta kvotu, vit meta okkum eiga rættin til, vera kanadisku havnirnar verandi stongdar fyri føroyskum fiskiskipum.
  Bæði landsstýrið og felagið Rækjuskip hava staðið saman um, at okkara tillutaða kvota á Grand Bank er alt ov lítil í mun til søguligu rættindini. Men higartil hava føroysku sjónarmiðini ikki vunnið frama millum NAFO-limalondini. At "objecta", sum tað eitur á fakmáli, er ikki ólógligt, og tí er tað heldur ikki ólógligt, at føroysk skip fiska ta kvotu á Grand Bank, sum vit meta okkum hava rætt til.
  Tá ið føroyingar ikki vildu ganga undir ásettu NAFO-kvotuna, tóku kanadiumenn umsíðir málið í egnar hendur og stongdu sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum. Stongsulin hevur borið í sær, at føroysk rækjuskip í meira enn eitt ár ikki eru sloppin inn í kanadiskar havnir.
  Neyðugt hevur tí verið at sigla heim við veiðini og at skifta manning.

Fráboðan

Í NAFO-høpi er loyvt at vera ósamdur um kvotuásetingar og fiska sína egnu kvotu í altjóða sjógvi. Eingin kann nokta føroyingum at fiska tann partin, vit halda okkum eiga rættin til, men hetta kann í ringasta føri fáa avleiðingar. Í hesum førinum vóru tað so kanadiarar, sum høvdu høvi at sekta føroysku rækjuvinnuna við stongsli.
  Eftir fundin í Halifax, har eingin loysn fanst á trætuni millum londini, hevur ein breiður meiriluti í felagnum Rækjuskip gjørt eitt tilmæli til landsstýrið.
  Mælt verður landsstýrinum til at senda kanadisku stjórnini eina fráboðan sum sigur, at Føroyar fara ikki at fiska okkara egnu ásettu kvotu á Grand Bank í ár, men undir protest at ganga undir kvotuásetingina hjá NAFO.
  Hetta merkir tó ikki, at Føroya landsstýri og felagið Rækjuskip sleppa kravinum um søguligu rættindini á leiðini, men vilja halda fram at arbeiða fyri hesi søk.
  Ein fráboðan úr Føroyum til kanadisku myndugleikarnar fór væntandi avstað longu í gjár.
  Sosialurin hevur skilt, at kanadiarar vilja taka av aftur stongsulin, tá ið nevnda fráboðan úr Føroyum er komin.

Ikki semja

Semja er ikki í felagnum Rækjuskip um hetta mál, tí ymiskt er, hvønn týdning stongdu havnirnar vera mettar at hava. Tó metir ein breiður meiriluti í felagnum, at føroyska rækjuvinnan í longdini ikki kann liva við, at skipini ikki sleppa inn í kanadiskar havnir.
  Meirilutin í rækjuskipum metir ikki, at rækjuvinnan kann liva við, at havnirnar í Kanada vera verandi stongdar.
  Rækjuskipini missa umleið ein túr um árið, tí tey noyðast at sigla heim við rækjunum og at skifta manning. Ymiskt hevur verið frammi um, hvat hetta merkir í krónum og oyrum. Tøl sum 5-7 milj. krónur í tapi eru nevnd, men sum skilst á rækjuvinnuni, eru hetta bruttotøl, sum ikki kunnu brúkast til nakað serligt.
  At havnirnar í Kanada og í Ný Foundlandi verða latnar uppaftur fyri føroyskum fiskiskipum, loysir ikki fíggjarligarligu trupulleikarnar hjá rækjuvinnuni, men hetta loysir í staðin nakrar praktiskar trupulleikar. Lítil meining er í, at rækjuskipini skulu virka sum farmaskip hjá sær sjálvum. Hinvegin spara skipini pening í farmaflutningi.
  Í Ný Foundlandi eru tey, ið hava fingið ágóðan av føroyska virkseminum har yviri, sera hørm um stongsulin, tí rækjuvirksemið hjá føroyingum í Ný Foundlandi hevur havt stóran týdning fyri lokalsamfelagið.
  Sum skilst, hava ný foundlendingar gjørt eitt stórt lobby-virksemi fyri at ávirka myndugleikarnar í Kanada til at taka stongsulin av aftur.
  Nú er so ein loysn í ljósmála ? tó undir føroyskari protest.
  Føroyskir myndugleikar hava eisini borið uppá mál møguleikan at fáa fiskirættindi í kanadiskum sjógvi.
  Sum skilst, hevði hetta kanska ikki verið ómøguligt, men spurningurin er, hvat vit hava at lata kanadiarum í staðin, tí ein slík avtala hevði helst snúð seg um fiskirættindi hjá hvørjum øðrum.