Dagurin tá tað verður møguligt at koyra millum Skálafjørðin og Havnina upp á eitt lítið bil nærkast í hvørjum. Nógv byggivirksemi er í og kring tunnilin í løtuni og nú boðar tunnilsfelagið frá, at skjótt verður farið undir at spreingja inntakið til Eysturoyartunnilin á Rókini.
- Í næstum verður farið undir at spreingja inntakið til Eysturoyartunnilin á Rókini. Í hesum sambandi, er Rókavegurin omanfyri tunnilin grivin av. Tí verður tað næsta árið ella so, meðan portalurin verður stoyptur, ikki gjørligt at koyra eftir Rókavegnum millum Runavík og Toftir. Tá portalurin er liðugur, verður Rókavegurin lagdur aftur oman á tunnilin, skrivar tunnilsfelagið á Facebook.
Upplýst verður eisini, at tað gongur framá við at umleggja høvuðsvegin millum Runavík og Rókina, og at man í næstum fer undir at asfalterað nýggja vegin.
- Eftir at hetta er gjørt, skal ferðslan koyra eftir nýggja vegnum, meðan arbeitt verður við byggingini av tunlinum. Hetta umfatar m.a. at spreingja inntakið, stoypa inntakið, leggja Rókavegin aftur o.s.fr., skrivar tunnilsfelagið.










