- Til seinasta grindadráp sperraðu við Vestara Vág av, og høvdu fleiri vaktir, so óviðkomandi ikki sluppu inn á økið, meðan grindin varð hálað upp á land og skorin upp.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, um avgerðina at sperra Vestara Vág av aftaná grindadráp.
Tað er ein avgerð, ið kommunan hevur tikið fyri at verja tvøstið, sambært Heðin Mortensen, borgarstjóra.
- Tað er fyri, at ongin skal kunnu koma inn á økið og gera seg inn á grindina. Her er talan um mat, ið eisini skal viðfarast soleiðis. Vit ynskja at forða fyri, at nakar kemur inn og sproytar nakað á grindina, ið kann oyðileggja tvøstið.
Borgarstjórin greiðir frá, at tey sum hava ymiskar uppgávur í samband við grindina eru skrásett frammanundan.
- Tey, ið eru við til at skera grinda upp og hava aðrar uppgávur, eru skrásett, so kommunan veit hvørji tey eru. Tey, ið høvdu loyvið at ganga á økinum, vóru sostatt í gulum vestum.