Klokkan tvey seinastu nátt fekk politiið í Havn eina klagu um harðan tónleik frá einum útskeingarstaði í Havn.
Politiið fór á vitjan og kom eftir, at har varð skonkt framvegis, hóast vertshúsið skuldi verið stongt á midnátt.
Umberingin var, at har var eitt privat ball, men loyvi varð ikki søkt um tað.
Tí snaraði politiið lykilin um.










