Stongdi innbrotstjóv inni í kjallaranum

Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot var á Hotel Føroyum.

Klokkan hálvgum trý í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot var í kjallaranum á Hotel Føroyum. Tað var ein vaktarmaður, sum sá, at hurðin í kjallaran var brotin upp. Hann gjørdi ikki matar enn at lata hurðina aftur og steingja. 

Løgreglan drønaði niðan og fekk fatur á innbrotstjóvinum, sum tikin á bóli og handtikin inni í kjallaranum.

– Vit vita ikki enn, um tað eydnaðist honum at taka nakað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Maðurin liggur í brummuni og svevur rúsin út. 

– Vit fara so at avhoyra hann, tá hann er vorðin meira edrúur, sigur vaktleiðarin.