Stones sensureraðir

Síðani gøluna fyri nøkrum árum síðani, tá ið songkvinnan Janet Jackson vísti ov nógv av sær sjálvari, hava fyrireikararnir av Super Bowl ansa væl eftir undirhaldinum í sambandi við størtstu ítróttarhendingina í USA. Í fjør var tann tryggi Paul McCartney kosin at spæla í hálvleikinum, og í ár vóru Rolling Stones á pallinum. Fyrireikararnir ansaðu tó væl eftir framførsluni hjá Mick Jagger og hansara harkaliðið, og tveir av trimum sangum vóru sensureraðir fyri orð, sum kundu virka stoytandi.