Í 25 ár hevur hann staðið sum flúgvand borðiskur yvir Havnini, hasin har eyðkendi, risastóri parabolurin á Húsareyni
Men nú takkar hann fyri seg, tí í dag er hann tikin niður.
Parabolurin varð settur upp í 1987. Hann er 11 metrar í tvørmáti og vigar eini 7 tons og hann hevur verið okkum ein trúgvur tænari, skrivar Føroya Tele á síni heimasíðu, haðani myndin eisini er.
Fyrstu árini varð hann brúktur til telefonsambandið út í heim.
Signalið varð sent umvegis fylgissvein og tikið niður aftur í Blaavand Radio í Jútlandi.
Tá vóru parabolurin og Shefa-1 tað stóra álitið í øllum okkara telesamskifti við umheimin.
Men tá ið internetið kom í nítiárunum, orkaði hann ikki at fylgja við meiri og tá ið Cantat-3 varð tikið í nýtslu, varð hann nýttur sum eyka trygd til internetið. Kapasiteturin var 2x2MB við stórari seinking, og tað er ófataliga langt frá tí megii, sum er í dag, sigur Føroya Tele.
Parabolurin varð nýttur sum trygd, til Farice-kaðalin kom í 2004.
?Tá ið Televarpið fór at senda, varð varð hann í nøkur ár brúktur at taka niður sjónvarpssignalið, men síðstu árini hevur hann staðið óvirkin og skoða av Húsareyni oman yvir Havnina og út á Nólsoyarfjørð.??
Nú hann er tikin niður, verður hann skorin sundur og seldur sum gamalt jarn.