Atli Gregersen verður nýggjur liðskipari, tá Føroyar í morgin spæla móti Rumenia. Fróði Benjaminsen er ikki við, og Lars Olsen hevur valt Atla til liðskipara.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg fari ikki at lúgva fyri tær, eg eri ótrúliga stoltur, sigur Atli Gregersen, sum til dagligt er liðskpari hjá Víkingi.
Liðið hevði sín seinastu venjing undan dystinum í dag. Vøllurin á Ilie Oana leikvøllinum er plaskvátur. Tað passar Atla væl.
- Tað er super við regni. Tá eg var ungur, so spældu við altið á plenuni hjá onkrum. Tá vóru altíð stórir hyljar og tað var nógv stuttligari, so eg haldi at hetta er skide skeg, sigur Atli Gregersen, sum ikki er í iva um, at hann verður skitin, tá dysturin eina ferð er liðugur.
Liðskiparin er eyðmjúkur um uppgávuna, sum avgjørt ikki er minni enn í Grikkalandi. Dysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður á Ilie Oana Stadion í Ploiesti sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.