Frank Lampard spælir sín dyst nummar 500 í Chelsea troyggjuni í kvøld, tá ið Chelsea og Manchester United bresta saman í Champions League hálvfinaluni. Í kvøld, tá ið Chelsea og Manchester United møtast í Champions League, verður dysturin nakað heilt serligt fyri ein av leikarunum. Tað verður nemliga dystur nummar 500 hjá Lampard fyri Chelsea.
- Eg eri ótrúliga errin av hesum. Tað er ein æra, at koma upp í millum Ron Harris, Peter Bonetti og John Hollins, sum allir hava rundað teir 500 dystirnir fyri Chelsea. Tað eru nøvn, sum fólk enn tosa nógv um, sigur Frank Lampard við heimasíðuna hjá Chelsea.
- Eg hevði aldrin væntað hetta, tá eg kom til felagið. Og eg eri stoltur av, at hava klárað hetta uppá bara 10 ár. Tað gevur mær enn meira sjálvsálit at renna runt á vøllinum, og hugsa, at hetta er dystur nummar 500 hjá mær fyri Chelsea.
32 ára gamli Lampard hevur verið í Chelsea síðan 2001. Hann bleiv keyptur frá West Ham fyri umleið 100 mió krónur.