Stoltur av sínum landsmonnum

Ísland reyk týsdagin út úr HM-endaspælinum hjá monnum, men eftir liggja minnini um eitt landslið, sum gav seg fult út, og sum var so nær við at røkka einum hálvfinaluplássi

Týsdagin sótu tveir føroyskir íslendingar sum á nálum frammanfyri sjónvarpsskíggjan, tá ið Ísland og Danmark leiktu fjórðingsfinalu í HM-endaspælinum í manshondbólti. Talan er sjálvandi um Finn Hansson og Jakob Jónsson. Eftir dystin ímóti dønum hava vit fingið okkum eitt prát við ein teirra, Finn Hansson, um íslendska landsliðið.
 
Hondbóltur í familjuni
Familjan hjá Finni Hansson er ein av størstu hondbóltsfamiljum í Íslandi, so hann er uppvaksin við hondbólti í blóðnum.
- Eg má siga, at eg eri partur av stórari hondbóltsfamilju. At kalla øll í familjuni hava spælt hondbólt, og pápi mín hevur m.a. verið á landsliðnum. Abbi mín hevur eisini verið ein av størstu leikarunum í Íslandi. Hann hevur verið liðskipari á landsliðnum og hevur verið venjari hjá stórfelagnum FH í fleiri umførum.
Finnur sjálvur hevur eisini verið inni umkring yngru landsliðini hjá Íslandi, men í ungum aldri valdi hann at  gevast við hondbóltinum.
- Hetta bleiv ikki dámt serliga væl í familjuni. Eg føldi tó, at tað, eg gjørdi á vøllinum, ongantíð bleiv gott nokk, so tí valdi eg bara at gevast. Eftir eina tíð fór pápi mín til Føroya at spæla hondbólt, og tá fekk hann meg við. Nú eri eg eisini sera fegin um, at eg byrjaði at spæla hondbólt aftur í Føroyum.
 
Flott av Íslandi
Ísland fekk eitt sera gott úrslit í HM-endaspælinum hjá monnum. Enn er ikki greitt, hvat nummar Ísland endar, men teir megnaðu at leika seg allan vegin til fjórðingsfinalurnar, har teir taptu í einum sera dramatiskum dysti ímóti dønum. Finnur sigur, at íslendingar eru sera stoltir av sínum landsliðið.
- Tað var eitt stórt vónbrot, at vit ikki vunnið dystin ímóti Danmark, men tó eru øll sera stolt av landsliðsleikarunum. Teir hava víst ótrúliga gott spæl, og við eitt sindur av hepni høvdu vit eisini vunnið dystin á Danmark.
Hann segði eisini, at hann alla tíðina var bangin fyri, at Ísland fór at tapa dystin, tí teir hava verið í hesi støðu fyrr.
- Í 1997 fekk Ísland sítt higartil besta úrslit í einum HM-endaspæli, tá teir endaðu á 5. plássi í Japan. Tá  tapti Ísland eisini við einum máli í fjórðingsfinaluni, og tí hugsaði ein um, at henda søga jú kundi endurtaka seg, og hetta var júst tað, sum hendi.
 
Kennir væl Loga
Finnur hevur sjálvur spælt við íslendska liðnum, FH, tá hann var yngri, og har spældi hann saman við onkrum av leikarunum, sum í dag eru á landsliðnum.
- Ja, eg kenni væl Loga Geirsson. Tá eg var ungur sótu vit saman á beinkinum í FH og bíðaðu eftir at fáa møguleikan. Hann fekk so sín møguleika, og nú spælir hann í týska stórfelagnum, Lemgo. Hann er eisini ein av týdningarmestu spælarunum hjá Íslandi, har hann hevur spælt á vinstra bakki í HM-endaspælinum. Eg vænti eisini, at hann fer at gerast enn betri komandi árini, tí nú
 
Hugburðurin er tann rætti
Í Íslandi búgva færri enn 300.000 fólk, men allíkavæl hevur okkara grannaland fyri norðan hildið seg í millum heimsins bestu hondbóltstjóðir í nógv ár. Ísland hevur til siðvenja at skapa góðar hondbóltsleikarar, og Finnur sigur, at hugburðurin til hondbólt í Íslandi er júst tann rætti.
- Íslendskir leikarar hava tann rætta hugburðin til hondbólt. Teir eru klárir at geva seg fult út og at venja fleiri ferðir um vikuna. Tí klára vit at skapa so nógvar góðar leikarar.
- Landsliðsvenjarin er eisini ótrúliga týdningarmikil fyri landsliðið. Geva leikarar seg 100% í sínum felag, so geva teir seg 130% fyri Alfred Gislason. Hann er ein sannur gudur í Íslandi.
Annars hevur Ísland verið úti fyri einum lítlum ættarliðsskifti á landsliðnum. Stóra stjørnan, Olafur Stefansson, er enn við á landsliðnum, men restin av leikarunum hava nógv góð ár eftir á toppinum. Stefansson er tó stjørnan yvir teimum øllum, men Finnur sigur, at Ísland eigur so nógvar góðar leikarar, at framtíðin sær eisini ljós út, tá hann einaferð gevst.
- Landið er fult av ungum evnaríkum leikarum, sum standa klárir at taka yvir eftir gomlu stjørnurnar. Olafur Stefansson er okkara størsti leikari, men hann fer skjótt at gevast á landsliðnum, og her stendur m.a. ein ungur leikari klárur at taka yvir á høgra bakki. Einar Holmgeirsson er skaddur í løtuni, og tí er hann ikki við í HM-endaspælinum. Hann er tó mettur sum eitt stórtalent, og hann hevur eitt tað harðasta skotið í heiminum.
Finnur Hansson hevur góðar vónir um framtíðina hjá Íslandi í hondbólti, og sjálvt um hann er keddur um, at Ísland tapti fyri Danmark, so er hann stoltur av sínum landsmonnum.
At enda sigur hann seg nú vóna, at Danmark fer at vinna HM, men hann metir tó, at Frakland er stórfavorittur at vinna kappingini, nú bert fýra lið eru eftir.