Stoltur av dreingjunum

Landsliðsvenjarin ásannaði, at dømingarnar mangan eru ímóti smáu tjóðinum í altjóða fótbólti – serliga á útivølli

– Eg eri stoltur av avrikinum í kvøld. Allir góvu alt teir høvdu og vit vóru leingi í eini støðu, har vit kundu spæla fyri javnleikinum, sigur ein smílandi Brian Kerr eftir dystin.
– Vit hava fleiri møguleikar at javna, men tíverri eydnast tað okk­um ikki at fáa útjavnandi málið, sigur Brian Kerr víðari.
Fleiri í føroyski leguni vóru ónøgd við fleiri av døminginum. Brian Kerr vildi ikki úttala seg bein­leiðis um nakra støðu, men vísur á, at tað mangan er torført at verða lítið í altjóða fótbólti.
– Tað vísur seg, at dømingarnar oftani ganga ímóti teimum smáu í altjóða fótbólti – serliga á útivølli. Tað mugu vit bara ássa eisini var tilfeldi í kvøld, sigur Brian Kerr.
Sáttmálin millum Brian Kerr og føroyska fótbóltssambandið gong­ur út nú EM undankappingin er kom­in at enda.
– Eg eri glaður fyri tíðina hevði havi verið í Føroyum og stuðilin eg havi fingið frá tí føroyska fólkinum. Støðan beint nú er tann, at bæði eg og John Mcdonald hava eins og FSF havt úr at gera seinastu dagarnar, so tí hava vit ikki hvat tíð at sam­ráðast, sigur Brian Kerr.
– Nú fáa vit so at síggja hvat hendir, um FSF eru áhugaðir í at leinga. Um ikki, so kann eg bara siga at eg havi notið at verið venjari hjá føroyska landsliðnum, sigur Brian Kerr víðari.
– Tað eru økir í føroyskum fót­bólti, sum kunnu blíva betur og tað mugu vit arbeiða við, um sam­starvið heldur fram. Eitt nú mál­mans­støðan í føroyskum fót­bólti betrast, sigur Brian Kerr, áðrenn hann fer víðari í bussin við leik­arunum.