Stoltur av at vera landsliðsspælari

Tað sigur Atli Gregersen, sum í samrøðu greiðir frá løtuni, tá hann upp østur fekk landsliðsboð frá Lars Olsen

- Skræpu dómari, skræpu ljós og skræpu vøllur. Orðini eigur ein óður Atli Gregersen, eftir at Víkingur sunnudagin fyri áleið tveimum vikum síðani tapti fyri HB í Gundadali. Vónirnar um at fáa HB aftur á stigatalvuni brustu saman dagin, sum landsliðið til dystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn skuldi úttakast.

 

Hoyr samrøðuna við Atl Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Atli var ikki so mikið sum í hópinum til dystin móti Finnlandi, so tað kom eitt sindur óvart á, tá telefonin ringdi, meðan Atli var á veg til Gøtu eftir dystin, og Lars Olsen var í hinum endanum.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Vit vilja vinna

 

- Lagið var ræðiliga ringt. Vit høvdu tapt móti HB og eg var illur inn á dómaran, men tá kom eitt lítið smíl fram, viðgongur Atli Gregersen.

 

Les eisini: - Ikki heilt rætt um liðið

 

- Burtursæð frá, at eg sakni konuna og børnini, so er hetta fantastiskt. At umboða landið hjá tær er tann størsta æran tú kanst uppnáa sum fótbóltsspælari. Eg eri stoltur av at vera við aftur og mín partur skal so ikki liggj eftir, sigur miðverjin, sum tvær ferðir fyrr hevur spælt móti Norðurírlandi.

 

- Nú skulu vit út at geva okkum alt tað vit eiga og vísa føroyska fólki at vit eru stoltir av at vera her, sigur hann og leggur afturat.

 

Rás2 sendur 3. Hálvleik í kvøld aftaná landsdystin

 

- Geva vit alt, sum vit eiga, so fáa vit eisini eitt úrslit, sigur Atli Gregersen at enda.

 

Landsdysturin millum Norðurírland og Føroyar verður á Windsor Park í Belfast klokkan 19:45 í kvøld. Rás2 sendir 3. Hálvleik aftaná dystin við beinleiðis samrøðum úr Belfast.