Stoltleiki, spenningur og eyðmýkt

- Havið er saltið, sum rennur í okkara æðrum. Tí er tað ein náttúrlig gongd, at mong velja at hava sína inntøku á havinum, segði Fríðgerð Heinesen, sum vísti á, at stór framstig eru hend, síðan fyrsta Stjørnan kom til Leirvíkar í sjeytiárunum

Eldborg

 

Fríðgerð Heinesen, sum áður hevur verið borgarstjóri í Leirvíkar kommunu og nú er bygdaráðslimur í Eystur kommunu, bar eisini fram eina heilsu á vestaru bryggju í Havn, tá Eldborg varð navngivin.

- Vit í Eystur kommunu bjóða Eldborg hjartaliga vælkomnari til landið og sín heimastað, Leirvík, og vit ynskja reiðaríi, skipari og manning og tykkum øllum, sum varða av skipinum, hjartaliga tillukku.

 

Havið er saltið

Fríðgerð vísti á, at havið eigur lívið í okkum øllum – og ikki minst í leirvíkingum.

- Havið er saltið, sum rennur í okkara æðrum. Tí er tað helst ein náttúrlig gongd, at mong velja at hava sína inntøku á havinum.

Hon vísti á, at stór framstig eru hend, síðan fyrsta Stjørnan kom til leirvíkar í sjeytiárunum.

- Tað hevur gingið upp og niður, men reiðarríið hevur í dag ment seg til eitt felag við bæði partrolarum og rækjuskipum, og nú vit síggja hetta stóra og vælútgjørda skip, síggja vit við okkara egnu eygum, at oljuvinnan er veruleiki hjá hesum felag.

Fríðgerð segði, at Eldborg er eitt skip við allari nútímans útgerð, og stórur dentur er lagdur í umhvørvi og trygd, sum er framtíðin.

- Eystur kommuna fegnast um, at vit hava fólk, sum hava hug, áræði og evnir at ganga nýggjar og óroyndar leiðin. Við hesum nýggja skipi hevur reiðaríið valt at fara í eitt mennandi samstarv við onnur feløg og einstaklingar, bæði úti og heima, við serligum førleikum á hesum øki.

Hon segði, at tað er við stoltleika og spenningi, men eisini við eyðmýkt, at hon vegna Eystur kommunu heilsar skipinum vælkomnum.

- Vit vita, at tað kann ganga upp og niður í okkara samfelag og innan skiparakstur, og tí er tað serliga hugaligt í hesum tíðum, har vit dag og dagliga hoyra um niðurgongd í samfelagnum, at tit fara í gongd við nýtt og spennandi virksemi, sum gevur arbeiði til nógvar hendur.

 

Stóra ávirkan

Fríðgerð vísti á, at í Leirvík hava feløgini hjá Osmundi Justinussen og teimum stóra ávirkan í gerandisdegnum.

- Tit hava víst í verki, at tit eru til reiðar at ganga nýggjar leiðir og fáa vinning burturúr. Partrolararnir hjá felagnum fiska gulllaks ein part av árinum. Hetta er fiskur, sum verður virkaður á fiskavirkinum Tavuni, sum felagið eisini eigur í, og hetta virksemi hevur higartil hildnast væl.

Hon segði, at umframt at vera eitt framkomið og vælrikið felag við eini dugnaligari leiðslu og starvsfólkum, hevur felagið valt at innrættað umsitingarbygning í Leirvík til eisini at vera eitt málninga-og bátasavn burturav.

- Hetta savn hava vit øll gleði av, og hetta savn kann eisini verða brúkt í ferðavinnuhøpi, men hevur so sanniliga stóran týdning fyri okkum sum fólk og okkara søgu, so vit ikki gloyma, hvaðani vit komu. Á hesum savni møtast fortíð og framtíð, sum Fríðgerð Heinesen tók til.

At enda ynskti hon reiðaríi, skipara og manning góða eydnu og Guds signing við nýggja skipinum.