Stoltir av avrikinum í Italia

Í kvøld hevur føroyska U-21 landsliðið tapt 2-1 í Italia. Einar T. Hansen skoraði í 31. minutti útjavnandi føroyska málið, tá ið hann sendi bóltin upp um uttarlaga stadda italska málverjan.

Sum 2. hálvleikur leið, legði Italia støðugt størri trýst á føroyska málið. Einar tríggar ferðir vóru italiumenn einsamallir við føroyska málverjanum Gunnari Nielsen, sum stóð seg framúr væl.

- Vit eru vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um 1-1, tá ið tað nú var so stutt eftr. Okkara stóðu seg væl, og spælararnir kunnu vera væl nøgdir við avrikið, heldur Bill Jacobsen, sum saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U-21 landsliðnum.

Hóast Bill Jacobsen er væl nøgdur, so ásannar hann í sama andadrátti, at italiumenn høvdu møguleikar at vinna størri sigur:

- Hetta var nógv stólpi út í staðin fyri stólpi inn hjá teimum. Vit kundu havt tapt við fleiri málum, men tað tænir eisini okkara spælarum til rós, at tapið gjørdist so tepurt.

Í 2. hálvleiki vórðu tríggjar skiftingar gjørdar, og tað var um reppið, at tveir av innskiftu spælarunum syrgdu fyri, at Føroyar løgdu seg á odda. Eftir eitt tvey samanspæl við Arnbjørn Hansen smekkaði Christian R. Mouritsen til, og málverjin noyddist í fulla longd fyri at bjarga.

Føroyska liðið: Gunnar Nielsen, Backburn ? Jónas þór Næs, AB, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Poul Thomas Dam, HB, Einar T. Hansen, NSÍ ? Levi Hanssen, Skála ? Magnus Olsen, B71 (Christian R. Mouritsen, Manchester City, 72.), Bogi Løkin, NSÍ, Emil Nolsøe Leifsson, HB (Ólavur í Ólavsstovu, HB, 62.), Jóhan V. Gunnarsson, B36 ? Páll M. Joensen, HB (Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, 66.).

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, B71, Pætur Jørgensen, HB, Sam Jacobsen, GÍ, Kristoffur Jacobsen, KÍ

Gult kort: Emil N. Leifsson, Páll M. Joensen

Føroyska ferðalagið kemur heim í annaðkvøld, og mánadagin fara teir at fyrireika seg til uppgerðina ímóti Grikkalandi á Svangaskarði mikukvøldið.