Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg kemur til Føroya á almenna vitjan 17. og 18. mai.
Hóskvøldið 17. mai, norska tjóðardagin, er løgmaður vertur fyri føroysk-norskari kvøldsetu í Norðurlandahúsinum. Á skránni verða framførslur við føroyskum og norskum listafólkum.
Fríggjamorgunin 18. mai verður fundur millum løgmann og forsætisráðharran.










