Stoltenberg: - Vit hittast sum javnbjóðis partar

- Ukraina er nærri verjusamgonguni nú enn nakrantíð áður, sigur Jens Stoltenberg.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur, at Ukraina nú er nærri verjusamgonguni enn nakrantíð áður.

 

- Eg síggi fram til dagin, tá vit hittast sum sameindir, segði hann við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, tá teir hildu tíðindafund saman.

 

Í dag er seinasti dagurin á Nato-toppfundnum í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius, har ukrainski forsetin eisini hevur luttikið.

 

Hóast semja er í Nato um, hvør vegurin hjá Ukraina uppí verjusamgonguna verður, hevur Volodymyr Zelenskyj funnist at, at eingin neyv tíðarætlan er ásett.

 

- Í dag hittast vit sum javnbjóðis partar, og eg síggi fram til dagin, tá vit hittast sum sameindir, segði Nato-aðalskrivarin við ukrainska forsetan á tíðindafundinum.