Stoltenberg við føroyingar: -Savnist um friðin

Hann fekst ikki at siga, um føroyingar skulu vera innan ella uttanfyri ES. Men hann hevði ein nógv størri boðskap at bera føroyingum: verið við til at savnast og stríðast fyri varandi friði saman við restini av Europa. Hetta var greiði boðskapurin hjá heimskenda og virda fyrrverandi norska uttanríkisráðharranum, Thorvald Stoltenberg, tá hann helt røðu í Norðurlandahúsinum fyri viku síðani. Hann talaði til hjartað hjá øllum føroyingum um at standa lið um lið við øll tey lond í Europa, sum hava sett sær fyri, at tað ongantíð aftur skal vera kríggj. Hann endurgav fyrrverandi tjekkoslovakiska forstan og yrkjaran Vaclev Havel fyri at siga, at hann var hvørki optimistur ella pessimistur. Hann helt seg til vónina og trúnna uppá framtíðina.

Tað vóru bert tey 150 fólkini í Norðurlandahúsinum, sum høvdu høvi at hoyra henda friðarsins apostul. Nú hevur so alt Føroya fólk møguleika at lýða á, hvat friðarsemingsmaðurin á Balkan hevur at bera fram frá sínum mongu lívsroyndum. Rás2 í dag eftir klokkan 18. Fyrilesturin verður sendur eftir samrøðu við listamannin Trónd Patursson, sum verður á rásini kl. 18.