Norska kringvarpið NRK sigur í morgun, at Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, fer at umskipa stjórnina í dag. Tað verður gjørt við at lata nakrar ráðharrar hjá Arbeiðaraflokkinum skifta málsøki, og onkur nýggjur kemur eisini inn í stjórnina.
Sambært keldunum hjá NRK skal Noreg hava nýggjan uttanríkisráðharra. Jonas Gahr Støre, sum er uttanríkisráðharri, skal nú umsita heilsumál, og í hansara stað kemur Espen Barth Eide, sum nú er verjumálaráðharri.
Nýggjur verjumálaráðharri verður Anne-Grete Strøm-Erichsen, sum hevur røkt heilsumálini. Arbeiðsmálaráðharrin Hanne Bjurstrøm fer úr stjórnini, og Anniken Huitfeldt, mentamálaráðharri, kemur í hennara stað. Nýggjur mentamálaráðharri verður stórtingskvinnan Hadia Tajik, sigur NRK.