Nato aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, trýr framvegis uppá, at tað fer at eydnast at finna eina loysn, soleiðis at Svøríki kann gerast limur í Nato. Og norðmaðurin vónar framvegis, at tað fer at henda á Nato toppfundinum í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.
Tað sigur Stoltenberg á tíðindafund í Vilnius í dag.
– Eg stuðli ynskinum hjá Turkalandi at gerast limur í ES. Men vit skulu minnast til, at vit á toppfundinum í Madrid vórðu samd um ein ítøkiligan lista av viðurskiftum, sum Svøríki skuldi uppfylla fyri at gerast limur í Nato.
– Tey eru uppfylt, sigur Jens Stoltenberg.
Hann sipar harvið til, at Turkaland í fjør samdist við Svøríki um, at Svøríki skuldi styrkja átakið móti yvirgangi, áðrenn Turkaland vildi siga ja til Nato limaskap.
Stutt undan ferðini til Nato toppfundin tengdi Erdogan tó í dag svenska Natolimaskapin saman við turkiskum limaskapi í ES.
– Næstan øll Natolond eru ES limir. Eg skal nú tosa við hesi londini, sum hava latið Turkaland bíðað í yvir 50 ár, og eg skal tosa við tey aftur í Vilnius, sigur hann.
– Fyrst má ES rudda slóð fyri Turkalandi, og síðani kunnu vit rudda slóð fyri Svøríki í Nato, eins og vit gjørdu við Finnland, segði Erdogan á tíðindafundi á flogvøllinum í Istanbul, áðrenn hann fór til Litava.
Turkiski forsetin greiddi frá, at tað eru somu boð, sum hann gav amerikansk forsetanum, Joe Biden, í eini telefonsamrøðu í gjár.
Erdogan segði, at fólk ikki eiga at vænta sær neyðsemjur frá Turkalandi, tá tað snýr seg um svensku Nato umsóknina.
Hann hefti seg harumframt við, at turkiska góðkenningin av Nato-umsóknini ikki hongur saman við keypi av F-16 flogførum úr USA.
Harvið tveitir turkiski forsetin eftir øllum at døma grús í maskinaríið hjá Stoltenberg fyri toppfundin.
Seinastu mánaðirnar hevur Stoltenberg ferð eftir ferð sett seg á síðuni hjá Svøríki við boðskapi um, at Svøríki livir upp til krøvini frá Turkalandi um styrkt átøk ímóti yvirgangi og harvið óbeinleiðis ímóti kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK.
Men um Erdogan brádliga vil hava ES limaskap oman á handilin, so tykist støðan fastløst.
Fleiri ES lond eru ímóti turkiskum limaskapi í ES. Og tað er undir øllum umstøðum ein drúgv tilgongd, sum ikki er í Nato høpi.
Um Erdogan heldur fast um kravið, má Svøríki við øðrum orðum fara heimaftur av Nato toppfundi uttan eitt turkiskt ja.l
Aðalskrivarin í Nato vónar tó, at Erdogan kann sannførast um bara at halda seg til krøvini til Svøríki.
– Svøríki hevur tikið burtur forðingar fyri vápnaútflutningi. Svøríki hevur styrkt samstarvið millum Turkaland um átøk ímóti yvirgangi.
– Svøríki hevur eisini styrkt anti-yvirgangslógir sínar, og Svøríki fylgir turkisku vælgrundaðu trygdarstúranir.
– Men tað er eisini týdningarmikið, at vit fylgja upp upp á trygdarstúranir hjá Natolondum. Tey ynskja, at síggja Svøríki sum lim í samgonguni so skjótt sum gjørligt. Tí tað fer at styrkja Nato og evni okkara at verja baltiska økið, sigur Jens Stoltenberg.
Hann hittir í dag Erdogan og Ulf Kristersson í Vilnius fyri at tosa um málið.
– Tað er enn gjørligt at fáa eina positiva avgerð um svenskan limaskap her í Vilnius. Vit hava onga vissu fyri tí, men nú hava vit momentum frá toppfundinum við leiðararnar. Tað fara vit at brúka til at fáa so nógv framstig sum gjørligt, sigur Stoltenberg.
/ritzau/