Stoltenberg í Reykjavík

Herfyri var fyrrverandi norski uttanríkis- og verjumálaráðharrin Thorvald Stoltenberg í Føroyum og helt fyrilestur, og nú hevur hann verið í Íslandi í somu ørindum Fyrradagin helt Thorvald Stoltenberg fyrilestur á lærda háskúlanum í Reykjavík um norðurlendskt samstarv og trygdarpolitikk.

Í fyrilestrinum viðgjørdi hann millum annað eina frágreiðing, sum hann hevur skrivað um, at Norðurlond í felag átaka sær at hava eftirlit við íslendska loftrúminum.

Í frágreiðingini mælir Thorvald Stoltenberg eisini til størri norðurlendskt samstarv á sendistovuøkinum, sjóverjuøkinum og í friðarvarðveitandi tiltøkum.