Nøkur ting angrar hann, og onnur ting er hann errin av. Tað er niðurstøðan hjá Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, sum gevst í starvinum í oktober.
Tá hevur hann verið Nato-aðalskrivari í 10 ár.
- Tað hevur verið ein framíhjárættur at verið aðalskrivari hesi árini ásannar hann.
Jens Stoltenberg sigur, at hetta eisini hevur verið ein lagnutíð fyri tryggleikan í heiminum.
- Eg havi verið við til størstu broytingina í Nato í fleiri ættarlið.
Nú hann gevst sum aðalskrivari, er støðan í heiminum nógv ótryggari, enn tá hann tók við starvinum fyri tíggju árum síðan.
Tað er kríggj í Ukraina, og spenningurin mótvegis Kina veksur, eins og digitala hóttanarmyndin er størri enn nakrantíð áður - bara fyri at nevna nøkur viðurskifti úr rúgvuni.