Tað kann vera, at Jens Stoltenberg heldur fra sum aðalskrivari hjá Nato. Hann er annars á veg heim at skfita starv og gerast stjóri í norska tjóðbankanum.
Men kríggið í Ukraina ger, at tað starsskiftið kanska má bíða.
Sambært norsku tíðindastovuni NTB hevur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, tosað við Jens Stoltenberg um málið, og norski forsætisráðharrin stuðlar, at Jens Stoltenberg heldur fram sum Nato-aðalskrivari.
Á veg til serliga Nato-toppfundin í dag í Brússel vísir Jens Stoltenberg ikki aftur, at hann kann vera sitandi í starvinum sum Nato aðalskrivari.
– Eg fara at lata ta avgerðina upp í hendurnar á teimum 30 leiðandi Nato-londunum. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til tað, sigur Jens Stoltebberg.
Harvið kann fundurin í dag koma til, at starvstíðin hjá Jens Stoltenberg í starvinum sum Nato-aðalskrivari verður longd.
Vanliga starvstíðin hjá Nato aðalskrivaranum er fýra ár, men í flestu førum verður tíðin longd.
Norðmaðurin hevur áður longt sáttmálan, men í støðuni, sum Jens Stoltenberg sjálvur lýsir sum ta mest álvarsomu trygdarstøðuna í eitt ættarliga er skilagott at varðveita Jens Stolteberg í starvinum.
Jens Stoltenberg er 13. aðalskrivarin í Nato. Hann loysti av fyrrverandi danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, í starvinum í 2014.
/ritzau/