Herfyri gjørdist fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, norskur fíggjarmálaráðharri, og hann hevur eisini áður verið norskur forsætisráðharri.
Nú hevur Jonas Gahr Støre, sum er norskur forsætisráðharri, sent Jens Stoltenberg á tygdarráðstevnuna í München, sum verður stytt MSC.
- Vit skulu vera á varðhaldi í ófriðarligum tíðum, sigur Jonas Gahr Støre.
Norski forsætisráðharrin sigur, at hann hevur heitt á Jens Stoltenberg um at brúka øll tey sambond, sum hann hevur frá tíðini sum Nato-ovasti.
- Vit mugu brúka øll høvi at tosa við okkara sameindu. Vit mugu arbeiða meira miðvíst við Norðurlondum, og vit mugu hava álit á okkara nærmastu.
Jonas Gahr Støre segði eisini, at norska stjórnin eisini eigur at geva sær stundir at tosa við Trump-umsitingina í USA.
Eftir ætlan skuldi Jens Stoltenberg gerast leiðari fyri trygdarráðstevnuni í München í hesum mánaðinum, men fekk farloyvi, tá hann gjørdist norskur fíggjarmálaráðharri.
Sjálvur verður norski forsætisráðharrin á trygdarráðstevnuni í München fríggjadagin.
Á ráðstevnuni hevur Noreg eisini onnur umboð, eitt nú uttanríkisráðharran, Espen Barth Eide, verjumálaráðharran, Tore O. Sandvik og menningarráðharran, Åsmund Aukrust.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.